Fiskifrøðingur: Toskastovnurin hevur ongantíð verið so illa fyri

Fiskifrøðingur: Toskastovnurin hevur ongantíð verið so illa fyri
ICES mælir til, at eingin toskur verður fiskaður á føroyska landgrunninum næstu tvey árini. Toskastovnurin er søguliga illa fyri, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur
Toskastovnurin á landgrunninum er søguliga illa fyri, sigur fiskifrøðingur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.11.2022 - 21:10

ICES er í dag komið sínum tilmæli fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Tilmælið hesaferð er fyri tvey ár fyri tosk, og ikki eitt ár, sum tað hevur verið vanligt.

Mælt verður til, at als eingin toskur skal verða fiskaður á landgrunninum næstu tvey árini.

Men stendur tað so illa til? Petur Steingrund er fiskifrøðingur:

Petur_Steingrund_01_29112022

 

ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2023 kann vera í mesta lagi 11.853 tons. Hetta er ein øking upp á 37% í mun til tilmælið fyri í ár. Og hetta eru góð tíðindi.

Petur_Steingrund_02_29112022

 

Og so er tað upsin. ICES vil hava veiðuna niður í eina helvt komandi árið. Upsastovnurin er minni enn áður hildið, verður sagt. Men hví eru metingarnar av upsa farnar so skeivar.

Petur_Steingrund_03_29112022

 

Á Føroya Banka er ein lítil glotti upp á 78 tons í tilmælunum, og hetta er fyrstu ferð síðani 2007 at ICES yvirhøvur kann góðtaka toskafiskiskap á Føroya Banka, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur. 

Petur_Steingrund_04_29112022



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
RagnarRokk: Garty Meskil um Stone Cold Anger
212036
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514