Suðurafrikanski forsetin skuldsettur fyri mutur

Suðurafrikanski forsetin skuldsettur fyri mutur
Cyril Ramaphosa kann vænta at koma fyri ríkisrætt
Cyril Ramaphosa, forseti í Suðurafrika, krógvaði pening, sum hann hevur fingið í mutri og hvítting, í einari sofu, sigur ein fyrrverandi njósnaraleiðari.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.12.2022 - 14:13

Suðurafrikanski forsetin, Cyril Ramaphosa, er skuldsettur fyri mutur og burturflyting. 

Forsetin kann nú vænta at koma fyri ríkisrætt.

Ein dómarakanning staðfestir, at tað eru so nógv prógv í málinum, at farast kann víðari við tí. 

Tað var í juni í ár, at fyrrverandi leiðarin á suðurafrikansku njósnaradeildini meldaði forsetan til løgregluna. 

 

Innbrot á bóndagarðinum

Leiðarin á njósnaradeildini skuldsetir Cyril Ramaphosa fyri at hava dult eitt innbrot á sínum bóndagarði í 2020, har tjóvarnir, sambært skuldsetingunum, høvdu tikið fýra milliónir dollarar í reiðum peningi, sum forsetin skal hava krógvað í einari sofu. Pengar, sum stava frá korruptión og hvítting. 

Í staðin fyri at melda ránið skipaði Ramaphosa fyri síni egnu kanning. Hann fann tjóvarnar og burturflutti teir, og síðan mutraði hann teir við pengum fyri at tiga, sigur fyrrverandi leiðarin á njósnaradeildini hjá Suðurafrika. 

 

Seldi neyt

Cyril Ramaphosa sigur sjálvur, at tað bara vóru stolnir 580.000 dollarar, og at hetta vóru pengar, sum hann hevði forvunnið við at selja neyt. 

Suðurafrikanska løgreglan kannar málið, og enn er ákæra ikki reist. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
RagnarRokk: Johan Karlsson um Mournbraid
209106
Mánadag 29. juni
Morgunlestur mánadagur.
210249
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107