Innflytaragentur duga líka væl í skúlanum sum danskir dreingir

Innflytaragentur duga líka væl í skúlanum sum danskir dreingir
Hetta er fyrstu ferð, at hesir báðir bólkar í miðal fáa somu próvtøl
Danska barna- og undirvísingarmálaráðið.
 
02.12.2022 - 15:26

Próvtølini hjá gentum í 9. flokki úr innflytaraumhvørvinum eru nú á sama stigi sum hjá donskum dreingjum, ið eru føddir av etniskt donskum foreldrum og uppvaksnir í Danmark.

Hetta er fyrstu ferð, at hesir báðir bólkar í miðal fáa somu próvtøl. Higartil hava donsku dreingirnir ligið framman fyri innflytaragenturnar úr øðrum pørtum enn Vesturevropa.

Tað er tankasmiðjan Kraka, sum hevur kannað próvtølini, við støði í upplýsingum frá danska barna- og undirvísingarmálaráðnum.

Í 2013 lógu dreingirnir 0,44 próvstig framman fyri genturnar, men í nýggjastu uppgerðini er hesir báðir bólkar javnir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040