Mesti kavi í nógv ár

Mesti kavi í nógv ár
Tað hevur kavað illa í gjárkvøldið og í nátt. Hjá Landsverki vita tey ikki um so nógvan kava í fleiri ár
Landsverk hevur úr at gera við at rudda vegirnar
Mynd: Savnsmynd  
 
17.12.2022 - 11:07

Nógvi kavin, sum hevur lagt seg í gjárkvøldið og í nátt, hevur givið Landsverki stórar avbjóðingar. Maskinurnar hava verið í gongd í gjárkvøldið og aftur síðani í morgun, men klokkan 10 í dag var framvegis ikki koyrandi til fleiri bygdir. Og sambært Árna Jacobsen, økisleiðara hjá Landsverki, er óvanliga nógvur kavi komin niður.

- Hetta er av tí allarmesta, sum er komið niður í nógv ár, siga teir gomlu, sum hava koyrt fyri okkum í nógv ár, sigur Árni Jacobsen.

Hann sigur, at nakrir bilar hava staðið fastir í kavanum, men at Landsverk hevur fingið bilarnar leysar aftur.

 

Ikki koyrandi til fleiri bygdir

Árni Jacobsen sigur, at tað ikki er koyrandi til Gjáar í løtuni og neyvan verður tað fyrr enn í fyrsta lagi í morgin.

- Tað er so nógv jarðrok á vegnum til Gjáar, at tað neyvan verður koyrandi í dag. Teir siga, at har er so nógvur vindur eisini, so tað er púra meiningsleyst at fara niðan at grava, tí tað rýkur í aftur beinanvegin, sigur Árni Jacobsen.

Í Sandoynni var bara koyrandi millum Skopun og Sand klokkan 10, og tað var heldur ikki koyrandi til Saksunar, Haldórsvíkar, Elduvíkar, Skælings, Syðradals og Velbastað, eins og tað ikki var koyrandi millum Hvannasund og Viðareiði.

Á Vestmannavegnum verður skipað fyri raðkoyring. Har var meir enn ein manshædd av kava komin niður.

Tað ber til at fylgja við støðuni á heimasíðuni hjá Landsverki – www.landsverk.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985