- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvalbingar nýggjan sløkkiliðsbil
Hvalbingar nýggjan sløkkiliðsbil
Hvalbingar hava fingið nýggjan og væl útgjørdan sløkkiliðsbil, sum felags brunaliðið fyri Suðuroyar norðaru helvt keypti fyrr í ár, men sum síðani er riggaður til.

Mynd: Hvalbiar kommuna
31.12.2022 - 18:26
Heimasíðan hjá Hvalbiar kommunu skrivar, at bilurin hevur millum annað ein 500 liturs tanga við vatni og hátrýstpumpu við skúmanleggi.
Eisini hevur hann kobling til at seta á brandpostarnar, umframt at pláss er til tveir roykkavararar í bilinum.
Brandleiðarin, Anfinn Leo Hammerfoss, sigur við heimasíðuna, at hetta er ein framhaldandi liður í at menna felags brunaliðið í norðaru helvt í Suðuroy, sum fevnir um Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunu.
Nýggi sløkkiliðsbilurin fer at hava sítt fasta pláss í Hvalba.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























