KÍ fingið málmann

KÍ fingið málmann
Málverjin, Rói Mørk Hentze, skal spæla við KÍ komandi kappingarár
Rói Mørk Hentze tekur í hondina á nýggja KÍ-venjaranum, Magne Hoseth
Mynd: KÍ  
 
10.01.2023 - 15:45

Rói Mørk Hentze verður í mál hjá KÍ hetta kappingarárið. 

Tað kunngerð meistarafelagið á síni heimasíðu, ki.fo. 

Hetta er fyrsti spælarin, sum nýggi KÍ-venjarin, Magne Hoseth, hevur fingið í hópin.

22 ára gamli málverjin hevur í fyrsta lagi spælt í bestu deildini fyri B36 og síðan í B68, sum hann umboðaði í 2021 og 2022. Harafturat hevur hann spælt dystir fyri U17, U19 og U21-landsliðið.

Hann er høgt í metum, men hevur verið lutfalsliga nógv darvaður av skaðum. Fleiri meta, at Rói Mørk Hentze í fyrstu syftu er keyptur fyri at vera eykamálverji ístaðin fyri Meinhardt P. Joensen, sum er givin.

Mathias Rosenørn, sum hevur vart málið hjá KÍ seinastu tvey árini, longdi ikki sáttmálan, og tí skal KÍ hava ein málmann í hópin afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659