Nú ber til at landa svartkjaft uttanlands

Nú ber til at landa svartkjaft uttanlands
Kunngerðin er lýst, og hon kemur í gildi í morgin
Bíðirøðir hava verið at sleppa framat at landa í Fuglafirði, men nú kunnu svartkjaftaskipini fáa undantaksloyvi at landa uttanlands. (Savnsmynd)
 
11.01.2023 - 15:12

Í morgin ber til at landa svartkjaft uttanlands. 

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur júst lýst kunngerð, so uppsjóvarskipini fáa undantaksloyvi at landa svartkjaft uttanlands.

Lógin sigur, at landast skal í Føroyum, men nú fáa skipini eisini loyvi til at landa uttanlands til og við 1. mars 2023.

Seinastu dagarnar hava føroysk uppsjóvarskipini fingið nógvan svartkjaft, og tað hevur havt við sær langar bíðirøðir á Havsbrún í Fuglafirði.

Kunngerðin kemur í gildi í morgin.

 

Landaðu 15 ferðir í fjør

Í fjør landaðu átta uppsjóvarskip svartkjaft 15 ferðir uttanlands, tá hetta var loyvt frá 23. apríl til 15.juni.

Tey landaðu 35.682 tons í Danmark, Íslandi og Noregi.

Tað mesta, sløk helvtin, var landað í Íslandi.

Í 2021 landaðu 11 føroysk skip svartkjaft uttanlands.

22 landingar vóru, og landað vóru 54.258 tons.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025