Higartil eru 6.323 harur skrásettar

Higartil eru 6.323 harur skrásettar
Freistin at skráseta skotnar harur er sunnukvøldið
 
12.01.2023 - 08:46

Nú bara fýra dagar eru eftir at skráseta haruveiðuna í Føroyum fyri 2022, er samlaða talið komið upp á 6.323 harur.

Tær eru skrásettar at vera skotnar á 650 túrum í umleið 250 høgum kring landið.

Freistin at skráseta veiðina er sunnukvøldið 15. januar. Tá verður farið undir at skriva frágreiðingina um haruveiðuna í Føroyum í fjør.

Men enn eru nógvir hagar eftir, har einki er skrásett, boðar heimasíðan Haran.fo frá.

Heitt verður tí á harumenn um at skráseta veiðuna á heimasíðuni, áðrenn freistin er farin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229