Noreg innflutti fyri yvir 17 mia. kr. úr Russlandi í fjør

Noreg innflutti fyri yvir 17 mia. kr. úr Russlandi í fjør
Noreg innflytur enn russiskar vørur í stórum nøgdum, hóast norski útflutningurin til Russlands er nógv minkaður. Vinafelagið Noreg og Ukraina er vónbrotið av nógv handlinum
Pengarenslið millum Noreg og Russland var eisini stórt í fjør, hóast Russlands gjørdi innrás í Ukraina
Mynd: Shutterstock.com  
 
17.01.2023 - 10:15

Noreg innflutti vørur fyri 17,5 milliardir norskar krónur úr Russlandi í fjør.

Hóast Russland í fjør gjørdi innrás í Ukraina, so hevur tað ikki ávirkað norska innflutningin úr Russlandi stórvegis.

Bert tvær ferðir áður hevur innflutningurin úr Russlandi til Noregs havt størri virðið. Tað var í 2021 og 2019.

 

Útflutningurin nógv minkaður

Útflutningurin er hinvegin ikki eins stórur.

Norskar fyritøkur útfluttu til Russland fyri 2,3 milliardir norskar krónur í fjør.

Útflutningurin minkaði 1,5 milliardir í mun til 2021.

 

Vónbrotið vinafelag

Jan Ottosen, talsfólk fyri vinafelagið Noreg og Ukraina, sigur seg vera vónbrotnan av, at norska stjórnin ikki hevur gjørt meira fyri at steðga peningarenslinum til Russland. 

"Norski handilin við Russland er ein týdningarmikil liður í at fíggja kríggið í Ukraina," sigur hann sambært NTB, og heitir á norsku stjórnina um at steingja allar havnir fyri russiskum fiskiskipum.

Jan Ottosen heitir eisini á norsku stjórnina um at banna bæði útflutning av norskum vørum til Russland og innflutning av russiskum vørum til Noregs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980