- Tíðindi, mentan og ítróttur
Farsóttarmálsøkið verður nú yvirtikið

Fyrsta uppskotið, sum nýggja samgongan kom við í løgtingið, er eitt uppskot hjá gomlu samgonguni.
Tað er uppskotið um at yvirtaka farsóttarmálsøkið.
Tað kom í tingið í gjár, og fyrsta viðgerð verður í morgin.
Løgtingsvalið steðgaði yvirtøkuni
Undanfarna samgonga kom við uppskotinum 6. september í fjør.
Eftir fyrstu viðgerð í tinginum fór tað í Uttanlandsnevndina 8. september.
Men málið datt burtur, tá boðað var frá løgtingsvali.
Yvirtakast 1. januar næsta ár
Hendan samgongan ætlar at yvirtaka farsóttarmálsøkið 1. januar 2024.
Málið eigur at vera ein avgreiðsluspurningur í løgtinginum, tá tað er undanfarna samgonga og núverandi andstøða, ið eigur uppskotið.
Harvið burdi full semja verið í løgtinginum fyri yvirtøkuni.

























