Thor og BankNordik krevja 5,8 mió. kr. í endurgjaldi frá Fiskimálaráðnum

Thor og BankNordik krevja 5,8 mió. kr. í endurgjaldi frá Fiskimálaráðnum
Reiðaríið Thor og BankNordik hava stevnt Fiskimálaráðnum, tí eitt skip hjá Thor ikki fekk eitt royndarloyvi at fiska stinglaks
Djúpvatnstrolari Phoenix, ið liggur í buktini í trætu millum reiðaríið Thor og BankNordik øðrumegin og Fiskimálaráðið hinumegin
Mynd: Savnsmynd  
 
19.01.2023 - 06:59

Eitt gamalt mál er aftur á listanum hjá Føroya rætti í dag.

Talan er um eitt mál frá 2014. 

Reiðaríið Thor og BankNordik stevndu Fiskimálaráðnum, tí eitt skip hjá Thor ikki fekk eitt royndarloyvi at fiska stinglaks.

Endurgjaldskravið hjá Thor og BankNordik móti Fiskimálaráðnum er komið upp í slakar seks milliónir krónur.  

Ætlanin er at málið verður tikið upp til dóms í dag. 

 

Phoenix fekk ikki fiskiloyvi

Málið snýr seg um djúpvatnstrolaran Phoenix. 

Føroya Banki keypti djúpvatnstrolaran Phoenix á tvingsilssølu 25.november í 2008, og síðst í 2009 keypti Thor skipið frá bankanum.

Phoenix hevði saman við tveimum øðrum skipum royndarloyvi at fiska stinglaks, áðrenn hann fór á tvang.

 

Vanligt at fiskiloyvi fylgja við

Vanligt er, at fiskiloyvi eru við, tá skip verða seld á tvingilsuppboði. Í bankanum og í Thor hildu tey eisini, at Phoenix hevði royndarloyvi at fiska stinglaks. 

Men har var einki royndarloyvi at fiska stinglaks. 

Tí vilja Thor og BankNordik hava endurgjald frá Fiskimálaráðnum, góðar 5,8 mió. kr., og hava Fiskimálaráðið at viðurkenna, at avgerðin um at strika royndarloyvið er ógildug.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424