- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðin Pelagic skal seta upp seks siloir á bryggjuni á Tvøroyri
Í umsóknini, sum Varðin Pelagic 29. desember í fjør læt Tvøroyarar kommunu, og sum Kringvarpið hevur fingið alment innlit í, stendur, at bygningurin skal rúma 1.600 tons.
Kaiøkið skal eisini víðkast umleið 100 metrar eystureftir, og ætlanin er eisini at gera nýggja kaisíðu frá verandi kai við móttøkubygningi og umleið 140 metrar eystureftir. Dýpið fram við kaiini skal vera 12 metrar. Ketilrúmið til fabrikkina er staðsett norðan fyri virkið í egnum bygningi. Vestan fyri ketilrúmið skal 60 metrar høgur skorsteinur setast upp.
Verandi virkisbygningur skal eisini víðkast við 250 fermetrum eystureftir. Tað verður fyritøkan Haarslev, ið væntandi fer at veita fabrikkina sum eina heildarloysn, meðan Jysk Skorstens Service fer at veita skorsteinin. Tað skrivar Varðin Pelagic í umsóknini.
Allir býráðslimir og starvsfólk í Tvøroyrar kommunu umframt fleiri starvsfólk hjá Varðanum Pelagic hava síðstu dagarnar verið á rannsóknarferð og vitjað líknandi verksmiðjur uttanlands, skrivar Frihedsbrevet.fo.
Tey hava verið í Danmark, í Póllandi, Týsklandi og í Skotlandi, áðrenn tey koma aftur til Føroya umvegis Noreg. Tað er Varðin Pelagic, sum eftir áheitan frá býráðnum hevur samskipað túrin, men eftir øllum at døma er greitt, hvør skal rinda.
Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum, sigur við Frihedsbrevet.fo, at Varðin Pelagic rindar fyri síni starvsfólk, og kommunukassin á Tvøroyri rindar fyri sínar býráðslimir og starvsfólk. Men kommunustjórin ætlar ikki, at hendan rannsóknarferð ella aðrar ferðir í hesum sambandi skal kosta kommunukassanum, og tí verður møguliga so, at Varðin Pelagic fær eina rokning frá Tvøroyrar kommunu, skrivar Frihedsbrevet.fo.
Nú týsdagin kl. 19 verður borgarafundur um útbyggingina í SALT á Drelnesi. Varðin Pelagic fer at greiða frá ætlanini, og møguleiki er eisini hjá borgarum at seta spurningar.