Samgongufólk ósamd um fiskavirkisskipanina

Samgongufólk ósamd um fiskavirkisskipanina
Sólvit Nolsø í Framsókn mælir til at taka skipanina av, men Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi heldur, at strangari krøv eiga at verða sett summum virkjum
ALS-stýrið hevur skotið upp at stytta tíðina, sum fólk í fiskivinnuni kunnu vera í fiskavirkisskipanini. (Savnsmynd)
 
26.01.2023 - 13:21

Tingfólk í samgonguni eru ikki á einum máli, um tað er rætt at varðveita fiskivirkisskipanina í verandi líki. 

Tað gjørdist greitt, tá ið Sólvit Nolsø, formaður í tingbólkinum hjá Framsókn, Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi og forkvinna í Rættarnevndini, og Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, skiftu orð um skipanina í Breddanum fyrrapartin. 

 

 

Sólvit Nolsø sigur skipanina vera leivd frá aðrari tíð, Hon hevur tænt sínum endamáli, og skal tí takast av. 

Hervør Pálsdóttir er ikki fyri at taka skipanina av, men strangari krøv eiga at verða sett summum virkjum.

Jørgen Niclasen er eisini ímóti at taka fiskavirkisskipanina av, men hon eigur at verða tillagað.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26012023_Kjak_um_fiskavirkisskipan

 

ALS-stýrið hevur mælt til at broyta skipanina, eftir at útreiðslurnar til fiskavirkisskipanina eru vaksandi, hóast arbeiðsloysið minkar.

Málið kemur í næstum á borðið hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í arbeiðsmarknaðarmálum, at taka støðu til. 

Hoyr allan Breddan her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952