Savna undirskriftir móti ætlan um landstøð í Hvalba

Savna undirskriftir móti ætlan um landstøð í Hvalba
Málið kemur fyri á bygdaráðsfundi seinnapartin. Staðsetingin hevur elvt til misnøgdina
Bakkafrost ætlar at byggja landstøð í Nesi í Hvalba, men øll eru ikki so fegin um staðsetingina.
 
02.02.2023 - 15:06

Klokkan hálvgum fimm seinnapartin fer bygdaráðið í Hvalba at viðgera eina broyting av byggisamtyktini av økinum við bátahylin í Nesi.

Orsøkin er ætlanir um at loyva Bakkafrosti at fylla ein part av bátahylinum í Nesi upp og byggja landstøð har.

Ikki øll í Hvalba eru so fegin um ætlanina, sum fer at minka bátahylin. 

Martin í Nesi er ein av bygdaráðslimunum,  ið ikki ætlar at atkvøða fyri at broyta byggisamtyktina. Hann sigur við útvarpið, at hann væntar, at fleiri borgarar møta upp á fundinum at mótmæla ætlanini.

 

Savna undirskriftir

Farið er undir at savna undirskriftir ímóti ætlanini, og 61 undirskriftir eru komnar, siga fólk, sum hava tikið stig til hana.

Tað er serliga staðsetingin, sum hevur elvt til misnøgd. Fólk stúra fyri, at bjargingarfelagið, sum hevur neyst og útgerð við bátahylin, og ferðavinnufelagið Lítla Dímun verða rikin úr økinum, tá ein partur av bátahylinum verður fyltur upp við gróti.

Tekningarnar eru ikki almennar enn, men borgarstjórin, Janus Thomsen, heldur ikki, at skaðin er so stórur.

Hann sigur, at málið er ikki liðugt viðgjørt, og hann sigur seg hava góðar vónir um verkætlanina. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585