Ítróttahøll á Strondum fyri 50 mió. kr.

Ítróttahøll á Strondum fyri 50 mió. kr.
Høllin skal eisini lúka ymisk krøv, soleiðis at hon eisini kann nýtast til altjóða dystir í ávísum ítróttagreinum
Nýggja ítróttahøllin á Strondum verður bygd sunnan fyri bygdarhúsið.
 
09.02.2023 - 16:12

Strandingar fáa nú egnu ítróttahøll. 

Sjóvar kommuna hevur játtað átta milliónir krónur til at fyrirreika og byrja arbeiðið at byggja ítróttahøll á Strondum.

Staðsetingin verður sunnan fyri bygdarhúsið á Strondum. Eisini er ætlanin at hava ein millumbygning, soleiðis at ítróttahøllin og bygdarhúsið verða knýtt saman.

 

 

50 mió. kr.

Sjóvar kommuna hevur í hesum sambandi keypt ein part av matr. nr. 601a til ítróttahøllina.

Mett verður, at samlaði kostnaðurin verður umleið 50 mió.kr.

Høllin skal hava umleið 800 sitipláss, umframt standipláss, og skal eisini lúka ymisk altjóða krøv, soleiðis at hon kann nýtast til altjóða dystir í ávísum ítróttagreinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10022023_Artur_um_itrottaholl


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483