Bæði heiðursmerki og met á Pallas Spelen í Malmø

Bæði heiðursmerki og met á Pallas Spelen í Malmø
Fleiri føroysk met vórðu sett og okkurt gullmerki kom aftur í taskuni, tá føroyska landsliðið í frælsum ítrótti kappaðist til Pallas Spelen Malmø um vikuskiftið
Føroyska landsliðið í frælsum ítrótti
Mynd: fif.fo  
 
13.02.2023 - 16:18

Trý føroysk met í frælsum ítrótti vóru sett, tá føroyska landsliðið í frælsum ítrótti kappaðist til innandurakappingina, Pallas Spelen, í Malmø um vikuskiftið.

Harafturat vunnu føroysku íðkararnir fleiri heiðurmerki.

Jónas aftur metmaður

Jónas Isaksen úr Bragdinum bøtti aftur hesa ferð um metini á 200 og 400 metra renning, sum hann átti sjálvur. Hann rann 400 metra teinin upp á 49,04 sekund, og hetta var nóg mikið til silvurheiðursmerki. Á 200 metrum vann hann gull við tíðini 22,02 sekund.

Føroysk ítróttasøga

Tinna Berg Jørgensen, ið dagliga venur í Hvirluni, setti nýtt føroyskt met á 60 metra teininum og skrivaði ssamstundis føroyska ítróttasøgu. Við tíðini 7,99 sekund er hon fyrsta føroyska kvinnan undir 8 sekund á 60 metrum.

Fleiri heiðurmerki

Eiri Jógvansson Glerfoss úr Bragdinum vann gullheiðursmerki í longdarlopi, tá hann leyp út á 7,03 metrar.  Jónas Isaksen fekk silvurið fyri sítt lop, ið var 6,73 metrar. 

Harafturat vann Eiri Jógvansson Glerfoss bronsu í 60 metra renning, sum hann rann uppá 7,11 sekund. Hennie Maria Reginsdóttir Samuelsen, Bragdið, fekk bronsumerki fyri at loypa 9,40 metrar í trístøkk.

Tilsamans vóru 16 føroyskir íðkarar við í kappingini í Malmø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. mai
Morgunlestur týsdagur 13. mai 2025
191670
Týsdag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
191800
Mánadag 12. mai
Norðurljóð 12.mai 2025
191324
Mánadag 12. mai
NSÍ var leikliga betri, men KÍ vann
191761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687