Hálvfimta millión til bygging av kirkjum

Hálvfimta millión til bygging av kirkjum
Bæði á Glyvrum og á Argjum hevur í fleiri ár verið arbeitt fram ímóti at fáa nýggja kirkju, og væntandi fer landsstýriskvinnan í ár at geva endaligt loyvi til verkætlanirnar.
 
18.02.2023 - 09:45

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur skotið upp, at góð hálvfimta millión krónur verður sett av til bygging av nýggjum kirkjum.

Bæði á Glyvrum og á Argjum hevur í fleiri ár verið arbeitt fram ímóti at fáa nýggja kirkju, og væntandi fer landsstýriskvinnan í ár at geva endaligt loyvi til verkætlanirnar.

- Hetta er veruliga eitt stig rætta vegin, sigur Sirið Stenberg.

Hon sigur, at hetta er fyrstu ferð, síðani fólkakirkjan í 2007 kom á føroyskar hendur, at raðfest verður á fíggjarlógini at seta pengar av til at stuðla, at nýggjar kirkjur verða bygdar.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 eru fýra milliónir og 620.000 krónur settar av til fyrireikingar og prosjektering.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053