- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórshavnar kommuna vil orða vinnupolitikk

Størsta kommunan í landinum, Tórshavnar kommuna, fer nú í holt við at orða ein vinnupolitikk.
Setast skal ein arbeiðsbólkur at orða eitt uppskot til vinnupolitikk, og nú verður so søkt eftir einum fólki at standa fyri hesum arbeiði.
Arbeiðsbólkurin skal millum annað kortleggja vinnulívið í kommununi, fáa til vega neyðug hagtøl og lýsa týdningin, ið vinnulívið hevur fyri búskapin í kommununi og landsbúskapin.
Verkætlanarleiðarin, Tórshavnar kommuna sóknast eftir at standa fyri hesum arbeiðinum, skal hava útbúgving í samfelagsfrøði, búskaparfrøði, journalistikki ella líknandi.
Talan er um eitt fulltíðarstarv í fimm mánaðir, men tað kann eisini vera færri tímar um vikuni.
Freistin at søkja er mánadagin 6. mars, og starvið verður sett sum skjótast.

























