Betri Banki góðar 73 milliónir í avlopi

Betri Banki góðar 73 milliónir í avlopi
Bæði innlán og útlán vuksu í fjør, og fíggjarstøðan javnvigar við 10,7 milliardum krónum
Í 2022 hækkaði rentan hjá Betri Banka 1,65 prosentstig.
 
01.03.2023 - 14:21

Betri Banki hevði 73,2 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Úrslitið er verri enn í 2021, tá ið úrslitið eftir skatt var 90,5 milliónir krónur.

Betri Banki hevur í fleiri ár havt ein støðugan vøkstur í útlánum. Útlánini vuksu sjey prosent, og eru nú 7,3 milliardir krónur. Innlánini vuksu eisini. Úr 8,1 milliard krónum upp í 8,5 milliardir krónur.

Fíggjarstøða bankans javnvigar við 10,7 milliard krónum. 

 

Veit væl við hjá kundunum

Betri Banki skrivar í tíðindaskrivi, at útlánskundar bankans yvirskipað hava tað gott. Bankin leggur afturat, at hetta er gott at síggja, nú rembingar eru í heiminum við kríggi, prísvøkstri og hækkandi rentum.

Í 2022 hækkaði rentan hjá Betri Banka 1,65 prosentstig.

 

Størri kjarnukapitalur

Kjarnukapitalprosentið hjá Betri Banka við árslok 2022 var 32. Tað er væl meira enn í BankNordik. 

BankNordik hevur boðað frá, at bankin ætlar at minka um kjarnukapitalin við at útluta stórt vinningsbýti.

BankNordik ætlar í ár at minka um kjarnukapitalin úr 23 prosentum niður í 21 prosent.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286