- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm vilja vera skúlastjóri
Fimm vilja vera skúlastjóri
Tá ið freistin at søkja skúlastjórastarvið í Skúlanum við Streymin var úti fyrr í vikuni, vóru fimm umsóknir komnar.

04.03.2023 - 11:40
Væntandi tekur nýggjur skúlastjóri við starvinum 1. apríl, ella skjótast gjørligt, skrivar Skúlablaðið.
Tilsamans ganga 209 næmingar í 1. til 10. flokk í Skúlanum við Streymin, íroknað ein serflokk við 12 næmingum.
28 lærarar, tríggir námsfrøðingar og fýra námsfrøðiligir stuðlar starvast í skúlanum, umframt heilsufrøðingur og húsavørður.
Síðan 2015 hevur Sonni Óli Djurhuus verið skúlastjóri í Skúlanum við Streymin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























