- Tíðindi, mentan og ítróttur
Faktorhúsið til kvinnurnar
Faktorhúsið til kvinnurnar
Mánadagin verður fyri fyrstu ferð opið hús fyri kvinnur í Faktorhúsinum á Tvøroyri, sum eisini nevnist Roykstovan.

04.03.2023 - 18:36
Ætlanin er, at hvønn mánadag frá klokkan 14.30 til 17 skulu kvinnur kunna hittast í Faktorhúsinum til samveru, prát, bindihugna og ein drekkamunn.
Tað skrivar heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu.
Tað eru kvinnur í kommununi, sum hava sett ynski fram um at brúka Faktorhúsið til sosiala samveru, og hesum hevur býráðið nú eftirlíkað.
Í sambandi við jólaframsýningina “Siðsøgulig jól á Tvøroyri” í fjør var Faktorhúsið innrættað sum eini hugnalig sethús úr 50-unum, og nú verður henda innrættingin varðveitt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























