Vegamót: Varpa ljós á støðuna í ríkisfelagsskapinum

Vegamót: Varpa ljós á støðuna í ríkisfelagsskapinum
Umboð fyri allar politisku flokkarnar vera við pallborðið
Seinasta hond verður løgd á uppsetingina í sjónvarpsstovuni til sendingina Vegamót, sum kemur eftir Dag og Viku í kvøld.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
28.01.2025 - 13:50

Støðan í ríkisfelagsskapinum er á skránni í kvøld, tá umboð fyri allar politisku flokkarnar vera í sjónvarpinum eftir Dag og Viku. 

Við pallborðið vera: Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, og Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum. 

Løgmaður hevði fund við forfólkini í síðstu viku í eini roynd at fáa eina semju, hvussu farast skal fram í málinum um ríkisrættarligu støðuna, og sum ætlanin er at leggja fyri ríkisfundin í summar. 

Fleiri fundir verða seinni. 

Ætlanin við sendingini í kvøld, sum hevur fingið navnið Vegamót, er at flyta kjakið av politiska pallinum og út til fólkið, sigur John Johannessen, sum verður vertur í sendingini, í samrøðu við Hall av Rana: 

 

28012025_John

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454