Minni matoyðsl: Lækka prísin fyri at sleppa undan matoyðsli

Minni matoyðsl: Lækka prísin fyri at sleppa undan matoyðsli
Brúkaranum dámar væl, at vørur, sum nærkast seinasta søludegi, verða seldar bíligari
Handlar eru farnir at selja m.a. frukt og grønmeti, sum nærkast seinasta søludegi, bíligari. (Savnsmynd)
 
19.01.2024 - 14:58

Alsamt fleiri handlar eru farnir at selja matvørur, sum nærkast seinasta søludegi, bíligari.

Á tann hátt slepst undan matoyðsli, men nær er vøra vorðin ov gomul at selja?

Brúkarum dámar væl, at vørur, sum nærkast seinasta søludegi, verða seldar bíligari, og summir handlar hava ein serstakan disk til slíkar vørur.

 

Niels Mortensen er stjóri í SMS-samtakinum. 

 

Niels Mortensen er ovasti leiðari í SMS-samtakinum, sum eigur Bónus-handlarnar, Mylnuna og Miklagarð.

Tey eru júst farin at selja vørur, sum nærkast seinasta søludegi, bíligari.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

19012024_Niels_um_matvorur

 

Meira er á heimasíðu okkara um minni matoyðsl og spiltar vørur, sum standa frammi í handlum.

Á heimasíðuni kanst tú siga tína hugsan um hetta evnið og hvørjar royndir, tú hevur av at keypa niðurprísaðar vørur.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522