Íslendskur ráðharri sjúkrameldaður

Íslendskur ráðharri sjúkrameldaður
Svandis Svavarsdóttir hevur fingið bróstkrabba, men hon ætlar ikki at gera meira við málið um hvalaveiðubannið, hóast altingsins umboðsmaður sigur nakað annað
Svandis Svavarsdóttir, matvøruráðharri, er sjúkrameldað.
 
23.01.2024 - 08:41

Í gjár kunngjørdi Svandís Svavarsdóttir, matvøruráðharri í Íslandi, at hon er sjúkrameldað.

Hon hevur fingið staðfest bróstkrabba, kunngjørdi hon á Facebook..

Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri, hevur málsøkini hjá Svandís, meðan hon er sjúkrameldað.

Annars hevur Svandís Svavarsdóttir sagt, at niðurstøðan hjá altingsins umboðsmanni um hvalaveiðubannið í fjør gevur ikki orsøk til at gera nakað við málið.

Tað er løgfrøðiliga niðurstøðan hjá aðalráðnum hjá Svandísi Svavars­dóttur.

 

Hevði ikki lógarheimild

Altingsins umboðsmaður hevur sagt, at ráðharrin hevði ikki lógarheimild til at seta forboð fyri at steðga hvalaveiðuni í fjør.

Hvalaveiðan var steðgað dagin fyri, sum hon skuldi byrja.

Eingin veiða var í slakan hálvan triðja mánað í fjør.

Flokkur fólksins legði í gjár fram uppskot um misálit á ráðharran.

Men tað er nú tikið aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028