Oyðsla nógv við tilfeinginum - matur verður ikki gagnnýttur

Oyðsla nógv við tilfeinginum - matur verður ikki gagnnýttur
Gunnhild Dahl Niclasen, humanvistfrøðingur og samfelagsfrøðingur, var í Breddanum fyrrapartin
Gunnhild Dahl Niclasen, humanvistfrøðingur og samfelagsfrøðingur. (Savnsmynd)
 
23.01.2024 - 14:53

- Tað verður oyðslað ov nógv við okkara tilfeingi á jørðini, og í nógvum førum duga vit ikki nóg væl at gagnnýta matin, sum verður framleiddur. 

Tað sigur Gunnhild Dahl Niclasen, humanvistfrøðingur og samfelagsfrøðingur. Hon er eisini ein av rithøvundunum í bókini "Matur, okkara virðismikla tilfeingi". 

Gunnhild Dahl Niclasen var í Breddanum fyrrapartin, har evnið var matoyðsl og burðardygd.

Hon vísir á, at meginparturin av tí, sum vit eta, verður framleitt uttanlands, og nógv útlát er av matframleiðslu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

23012024_Gunnhild_Dahl_Niclasen

 

Bo Møller Hansen, Hallur Djurhuus og Niels Mortensen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í Breddanum var eisini orðaskifti millum stjóran í SMS-samtakinum, Niels Mortensen, Bo Møller Hansen, marknaðarleiðara í FK, og Hall Djurhuus, stjóra í tveimum Á-handlum og tveimum Samkeyps-handlum, hvat matvøruhandlar gera fyri at minka um matoyðslið.

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756