Hava einki frætt aftur frá estiska felagnum

Hava einki frætt aftur frá estiska felagnum
Tórshavnar kommuna hevur samtykt at langtíðarleiga eitt øki á Oyrareingjum til pakkhús, men í løtuni er óvist, um nakað verður burtur úr ætlanini
Her á havnarlagnum ætlaði eitt estiskt felag at leiga øki til pakkhús. Men Tórshavnar kommuna hevur einki frætt aftur frá felagnum. (Savnsmynd)
 
01.02.2024 - 17:30

Á 3.000 fermetrum á kaiøkinum á Oyrareingjum skuldi eitt estiskt felag byggja eitt nýtt pakkhús til tey russisku fiskiskipini, sum fiska í Norðuratlantshavi.

Felagið eitur Nord Pack Group, og leigusáttmálin við Tórshavnar kommunu skuldi eftir ætlan vera galdandi í 25 ár.

Í oktober 2021 var býráðsfundur í Tórshavnar kommunu. Atkvøtt var tá um tilmælið frá meirilutanum í fíggjarnevndini, at langtíðarleiga eitt grundstykki á Oyrareingjum til Nord Pack Group. Uppskotið var samtykt, men síðani hevur kommunan einki frætt frá estiska felagnum.

Hoyr innslag í útvapstíðindunum: 

 

01022024_Kari_um_pakkhus


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585