Støre: Eingin hernaðarlig hóttan móti Noregi

Støre: Eingin hernaðarlig hóttan móti Noregi
Tað er lítið sannlíkt, at Putin er áhugaður í at fara í kríggj móti Nato, sigur norski forsætisráðharrin
Jonas Gahr Støre er forsætisráðharri í Noregi. (Savnsmynd)
 
15.02.2024 - 08:57

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, heldur ikki, at nøkur hernaðarlig hóttan um kríggj er móti Noregi.

Viðmerkingin kemur, eftir at fleiri lond, teirra millum Svøríki, hava givið fólkinum boð um at fyrireika seg til kríggj.

Svenski verjuovastin, Michael Bydén, segði í januar, at Vladimir Putin og Russland eru ein hóttan, og ætlanin er at menna og spjaða umfatandi kríggið í Ukraina.

Men Jonas Gahr Støre er ikki samdur við svenska verjuovastan.

- Eg haldi, at tað er lítið sannlíkt, at Putin er áhugaður í einum kríggi við Nato, sigur hann við norska kringvarpið.

Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, er samdur við norska forsætisráðharran.

Hann segði fyri kortum, at svenska fráboðanin var "ógvuliga dramatisk", sum hann málbar seg, og Troels Lund Poulsen heldur ikki, at nøkur ítøkilig hernaðarlig hóttan er móti Danmark.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672