- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønin hækkar og tænastumannaeftirlønin fer í søguna
Ein arbeiðsbólkur hevur í dag handað Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, tilmæli um, hvussu tey halda, at lønar- og eftirlønarskipanin hjá tingfólkum skal verða í framtíðini.
Størstu broytingarnar eru, at lønin hækkar úr 34. lønarflokki upp í 36. lønarflokk eftir tænastumannastiganum, men samstundis verður tænastumannaeftirlønin tikin av og løgd um til eina vanliga 15 prosent eftirlønarskipan.
Jógvan Amonsson hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Skattafría kostnaðarískoytið upp á 2.000 kr. um mánaðin verður eisini strikað.
Lønarsamsýningin hjá løgtingsfólkum verður sambært uppskotinum hækkað úr lønarflokki 34, sum í løtuni er 46.375 kr., upp í lønarflokk 36, sum er 53.058 kr. um mánaðin hjá tænastumonnum landsins.
Hoyr samrøðu, sum Kári Mikkelsen gjørdi við Jógvan Amonsson, formann í arbeiðsbólkinum:
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, heldur, at uppskotið er áhugavert. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, heldur, at uppskotið til broyting í samsýningum og eftirløn til løgtingsfólk er eitt gott grundarlag at broyta galdandi skipan:
(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Í gildi eftir næsta løgtingsval
Bjørt Samuelsen fer nú at samskifta við flokkarnar í løgtinginum um, hvussu farast skal víðari við málinum.
Arbeiðsbólkurin mælir til, at broytta skipanin kemur í gildi eftir næsta løgtingsval. Broytingarnar fáa onga ávirkan á lønarviðurskiftini hjá løgtingsfólkum í hesum valskeiðnum.
Álitið frá arbeiðsbólkinum kann lesast her.