Stóð seg væl

Stóð seg væl
Hóast Janus Wiberg Mortensen ikki hevði tær stóru vónirnar fyri eini góðari plasering í danska Melodi Grand Prix, vann hann seg inn á eitt triðjapláss.
 
18.02.2024 - 09:58

Føroyingurin Janus Wiberg Mortensen vann sær eitt triðjapláss í danska Melodi Grand Prix, sum var í gjárkvøldið.

Tað var Saba Lykke Oehlenschlæger, undir navninum Saba, sum vann kappingina, og sostatt skal umboða Danmark í Eurovision sangkappingini, sum verður í Malmø í mai.

Basim, sum vann kappingina fyri 10 árum síðani, fór avstað við øðrum plássinum. 

Saba fekk 37 stig, Basim 34 og Janus Wiberg Mortensen 29 stig.

Bæði Basim og Janus fingu fleiri stig frá hyggjarunum enn vinnarin. Um tað bara var upp til hyggjararnar, hevði Basim vunnið og Janus verið nummar tvey.

Triðja plássið hjá Janusi Wiberg Mortensen er næstbesta úrslitið, sum ein føroyingur nakrantíð hevur fingið í Melodi Grand Prix. 

Besta úrslitið var í fjør, tá Rani Petersen undir navninum Reiley, vann donsku kappingina og umboðaði Danmark í altjóða Eurovision kappingini, sum var í Liverpool. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221