Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, deyður

Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, deyður
Anfinn Kallsberg var fyrstu ferð valdur á ting í 1980, og tá hann gavst í politikki í 2011, hevði hann verið løgtingsmaður, landsstýrismaður, løgmaður og folkatingsmaður
Anfinn Kallsberg var 76 ár, nú hann doyði.
 
20.02.2024 - 21:12

Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, er deyður, 76 ára gamal.

Anfinn Kallsberg var fyrstu ferð valdur á ting fyri Fólkaflokkin í 1980 í Norðoya valdømi.

Hann var landstýrismaður í fleiri umførum, fyrstu ferð í 1983, tá hann avloysti Olaf Olsen, sum umsat fiskivinnumál í landsstýrinum, har Pauli Ellefsen var løgmaður.

Anfinn Kallsberg var eisini landsstýrismaður í fiskivinnumálum í 1989 í landsstýrinum, har Jógvan Sundstein var løgmaður.

Tá Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin skipaðu samgongu eftir valið í 1990, gjørdist Anfinn Kallsberg løgtingsformaður. Hann gjørdist formaður í Fólkaflokkinum eftir Jógvan Sundstein, sum ikki stillaði uppaftur til løgtingsvalið í 1994.

Tá Javnaðarflokkurin fór úr landsstýrinium, har Edmund Joensen var løgmaður, í 1996, fór Fólkaflokkurin upp í samgonguna, og tá gjørdist Anfinn Kallsberg aftur landsstýrismaður.

Anfinn Kallsberg gjørdist løgmaður í fullveldissamgonguni eftir løgtingsvalið í 1998, og sat í løgmanssessinum til 2004, tá hann útskrivaði val í ótíð..

Anfinn Kallsberg stóð á odda fyri samráðingunum við danskar myndugleikar um bankamálið og fullveldi.

Í 2005 var fólkatingsval, og tá var Anfinn Kallsberg valdur til fólkatingsmann. Hann sat til valið í 2007, tá hann ikki stillaði uppaftur til fólkatingið.

Anfinn Kallsberg gavst í politikki í 2011, tá hann ikki stillaði uppaftur til løgtingsvalið.

Tá hevði hann verið løgtingsmaður, landsstýrismaður, løgtingsformaður, løgmaður og fólkatingsmaður. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815