Dani Alves dømdur fyri neyðtøku

Dani Alves dømdur fyri neyðtøku
Brasilska fótbóltsstjørnan, Dani Alves, er dømdur fyri neyðtøku og skal inn at sita í hálvtfimta ár
Dani Alves skal inn at sita í hálvfimta ár
Mynd: Alberto Estevez/AFP/Ritzau Scanpix  
 
22.02.2024 - 13:23

Brasilska fótbóltsstjørnan, Dani Alves, skal inn at sita í hálvtfimta ár fyri neyðtøku.

Dómin hevur hann fingið við ein dómstól í spanska býnum, Barcelona, skrivar Reuters sambært dr.dk.

Dani Alves varð dømdur fyri at hava neyðtikið eina kvinnu á vesinum í einum dansistaði í Barcelona í desember í 2022.

Dani Alves spældi í nógv ár í Barcelona. Síðstu árini hevur hann umboða Juventus, Paris Saint-Germain og seinast fyri meksikanska felagið, Unam, sum segði sáttmálan upp, tá neyðtøkumálið gjørdist alment.

 


Dani Alves spældi í nógv ár í Barcalona, har hann vann fleiri meistara- og Champions League-heiti. MYND: Josep Lago/AFP/Ritzau Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 8mf, jóansøka 2026
209972
Leygardag 20. juni
Video: 6mf menn, jóansøka 2026
209968