Hevur stóra ávirkan á barnið, um tað ikki fær lesihjálp

Hevur stóra ávirkan á barnið, um tað ikki fær lesihjálp
Sonja Einarsdóttir av Strondum er mamma 10 ára gamlan drong, sum hvørja viku gongur í Lesihúsinum
Sonja Einarsdóttir eigur 10 ára gamlan son, sum er orðblindur. (Mynd av Facebook-vanga)
 
26.02.2024 - 18:00

- Tað hevur stóra ávirkan á barnið, at tað ikki fær lesihjálpina, sum tað hevur tørv á.  

Tað sigur Sonja Einarsdóttir av Strondum, sum er mamma 10 ára gamlan drong, sum hvørja viku gongur í Lesihúsinum. 

Játtanin til Lesihúsið er skerd 200.000 kr., og tað kemur illa við, tí lesiveik hava brúk fyri nógvari hjálp, sigur forkvinnan og leiðarin í Lesihúsinum.

Skerjingin í játtanini hevur m.a. við sær, at tað ber ikki til at taka fleiri næmingar, sum ætlanin annars var. Eisini verður steðgurin hjá børnunum drúgvari, áðrenn tey byrja aftur.

At summarferian verður longd, hevur stóra ávirkan á eitt barn, sum er orðblint, sigur  Sonja Einarsdóttir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26022024_Sonja_Einarsdottir

 

Lesihúsið heldur til í Tróndargøtu í Havn. (Mynd: Lesihúsið)

 

Felagið fyri Lesi- og skriviveik var stovnað á fundi í MBF-húsinum (nú MEGD) á heysti 2001.

Tey, sum tóku stig til felagið, vóru foreldur, sum áttu børn, ið høvdu trupulleikar at lesa og skriva.

Felagið kom á fíggjarlógina í 2008. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525