Týska løgreglan handtikið fyrrverandi lim í Rote Armee Fraktion

Týska løgreglan handtikið fyrrverandi lim í Rote Armee Fraktion
Myndugleikarnir siga, at Rote Armee Fraktion hevur ábyrgdina av, at meira enn 30 fólk eru dripin og 200 særd
Týska løgreglan hevur fleiri áratíggju eftir m.a. Danielu Klette, og nú er hon handtikin. (Savnsmynd: AP)
 
27.02.2024 - 18:01

Týska løgreglan hevur handtikið Danielu Klette, fyrrverandi lim í vinstra-víðgongda bólkinum Rote Armee Fraktion. 

Tað siga trygdarkeldur við týsku DPA-tíðindastovuna.

Myndugleikarnir hava í fleiri áratíggju leitað eftir fyrrverandi limum í Rote Armee Fraktion, eisini kent sum Baader-Meinhof-bólkurin.

Myndugleikarnir ákæra 65 ára gomlu Danielu Klette, Burkhard Garweg og Ernst-Vokler Staub fyri drápsroynd og fleiri grov rán tíðarskeiðið millum 1999 og 2016.

Myndugleikarnir siga, at Rote Armee Fraktion hevur ábyrgdina av, at meira enn 30 fólk eru dripin og 200 særd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028