Bóklingur um kvinnurættindi

Bóklingur um kvinnurættindi
Í sambandi við altjóða kvinnudagin komandi fríggjadag 8. mars gevur Javnstøðunevndin út lættlisnan bókling um kvinnurættindasáttmálan
 
04.03.2024 - 19:30

Talan er um eina stytta útgávu av kvinnurættindasáttmalanum hjá ST, eisini róptur CEDAW. Bóklingurin, ið hevur heitið Kvinnurættindi í stuttum er ókeypis og fæst á bæði føroyskum og enskum. Enska heitið er Women’s rights at a glance.

Eins og onnur lond verða Føroyar kallaðar inn til hoyringar hjá ST í kvinnurættindum, og fjórða hvørt ár skal kvinnurættindafrágreiðing latast inn, sum lýsir, hvussu Føroyar fylgja ásetingunum í kvinnurættindasáttmálanum. Í hesum sambandi fáa Føroyar viðmerkingar um, hvat gongur væl, og hvat skal bøtast um.

Millum viðmerkingarnar, sum CEDAW-nevndin áður hevur gjørt um støðuna í Føroyum, er, at Føroyar skulu upplýsa meira um kvinnurættindasáttmálan, og hvat hann merkir fyri føroyska samfelagið. Og nýggi bóklingurin hjá Javnstøðunevndini er liður í arbeiðinum hjá nevndini at gera kvinnurættindasáttmálan meira kendan millum fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541