Semingsroyndin heldur fram í dag

Semingsroyndin heldur fram í dag
Semingsstovnurin er boðsendur til at royna at loysa trætuna millum feløgini um nýggjan sáttmála fyri havnarmeistarar og havnarumsjónarfólk
Semingsstovnurin er komin upp í sáttmálatrætuna millum KAF og Skipara- og navigatørfelagið um havnarmeistarar og havnarumsjónarfólk. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.03.2024 - 09:49

Semingsroyndin millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið heldur fram fyrrapartin. 

- Vit arbeiða við nøkrum skitsum, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Semingsstovnurin er boðsendur til at royna at loysa trætuna millum feløgini um nýggjan sáttmála fyri havnarmeistarar og havnarumsjónarfólk. 

Tíggju fundir hava verið millum partarnar. Krøvini vóru latin 5. september í fjør.

16. januar boðaði Kommunala arbeiðsgevarafelagið frá, at tað gavst við samráðingunum.

Partarnir vóru tá samdir um at senda boð eftir Semingsstovninum.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723