Á Breddanum: Útlendsk arbeiðsmegi og snarskipanin

Á Breddanum: Útlendsk arbeiðsmegi og snarskipanin
Kemur tú til Føroya, hevur tú rætt til at fáa familjuna við. Men eru tað virðilig kor, vit bjóða børnunum, sum koma til landið, verður spurt í sendingini í dag
Umleið 1.000 fólk og familjur teirra eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021. (Savnsmynd)
 
14.03.2024 - 08:43

Umleið 1.000 fólk og familjur teirra eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021.

Tað sæst aftur á dagstovnum og í fólkaskúlanum, sum als ikki eru til reiðar at taka ímóti vaksandi talinum á børnum, ið ikki skilja føroyskt.

Landsstýrismaðurin í barnamálum hevur sagt, at hetta sæst eisini aftur hjá barnaverndunum.

Kemur tú til Føroya, hevur tú rætt til at fáa familjuna við. Men eru tað virðilig kor, vit bjóða børnunum, sum koma til landið?

Í dag varpa vit ljós á snarskipanina - fast track-skipanina.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Sendingin verður stroymd her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541