Forsetaval í Russlandi í tríggjar dagar

Forsetaval í Russlandi í tríggjar dagar
Putin stillar uppaftur, og hini valevnini eru øll jalig mótvegis forsetanum
Vladimir Putin , forseti.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.03.2024 - 09:32

Í dag fara russar á forsetaval. Sitandi forsetin, Vladimir Putin, stillar uppaftur.

Fýra fólk bjóða seg fram sum forsetavalevni. Øll, sum stilla upp, eru jalig mótvegis Vladimir Putin.

Eingi  valevni eru úr andstøðuni. Tey eru annaðhvørt koyrd í fongsul ella farin í útlegd. Ein tann kendasti andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, læt lív fyri góðum mánaði síðani. 

Forsetavalið í Russlandi hesa ferð verður í tríggjar dagar,

Tey, sum finnast at valinum siga, sambært danska kringvarpinum, at hetta fer at gera tað torførari at fanga møguligt snýt við atkvøðugreiðsluni. 

Valið, sum byrjar í dag, er tað fyrsta, síðani Russland leyp á Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392