U21-fótbóltur: Føroyar torføra uppgávu móti oddaliðnum, Portugal

U21-fótbóltur: Føroyar torføra uppgávu móti oddaliðnum, Portugal
Fyrsti undankappingardysturin hjá føroyska U21-fótbóltslandsliðnum í ár er á skránni í dag, tá oddaliðið, Portugal, tekur ímóti
Føroyska U21-landsliðið skal í dag spæla á útivølli ímóti Portugal
Mynd: FSF  
 
21.03.2024 - 11:17

Torfør uppgáva bíðar føroyska U21-fótbóltslandsliðnum, sum seinnapartin skal spæla EM-undankappingardyst á útivølli ímóti Portugal.

Portugisar eru fremst í bólkinum við 12 stigum fyri fimm dystir.

Undankappingin byrjaði í fjør, og Føroyar fingu sjey stig fyri sigrar á útivølli á Hvítarusslandi (3-2) og Andorra (1-0) og javnleiki ímóti Andorra á heimavølli (2-2). Hinar báðar dystirnar tapti Føroyar fyri Kroatia (2-4) og Grikkalandi (0-3).

Venjarin hjá U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein, hevur verið púra greiður um málið í ár. U21-menninir fara eftir stigametinum og vilja hava 12 stig tilsamans, t.v.s. at í minsta lagi fimm stig skulu á kontuna í ár.

 


Føroyaska U21-landsliðið í fótbólti liggur í løtuni á 4. plássi í bólkinum. Fimm dystir skulu spælast í ár, og miðað verður eftir 12 stigum tilsamans, eitt stig meir enn U21-stigametið.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025