Á Breddanum: Rúsevni floyma inn í samfelagið

Á Breddanum: Rúsevni floyma inn í samfelagið
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
Løgreglan og tollvaldið løgdu í fjør hald á metsórar nøgdir av hassji og kokaini. (Savnsmynd)
 
05.04.2024 - 08:46

Rúsevnir floyma sum ongantíð fyrr inn í føroyska samfelagið. 

Løgreglan og tollvaldið løgdu í fjør hald á metsórar nøgdir av hassji og kokaini, og bara seinastu tvey árini er hald lagt á meira hassj enn tey átta undanfarnu árini tilsamans. 

Er hetta ein ábending um, at rúsevni hava fingið fastatøkur í samfelagnum? Hvør skipar fyri rúsevnissmuglingini, og ger politiska skipanin nóg mikið til tess at tryggja myndugleikunum neyðugu amboðini til at basa rúsevnissmugling?

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Sendingin verður stroymd her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542