Fáa alt til høldar av fiski og økja útflutningin við fleiri milliardum

bannari
Fáa alt til høldar av fiski og økja útflutningin við fleiri milliardum
Í 2030 skal alt slógvið av fiski førast til lands og útflutningurin fara úr átta upp í 11 milliardir krónur. Men har eru stórar avbjóðingar, áðrenn komið verður á mál
Í dag leggur vinnan seg eftir at góðska flakið - men slógvið kann virðisøkjast nógv
Mynd: Kenneth Jørgensen  
 
10.04.2024 - 21:03

"Útflutningsvirðið á føroyskum sjófeingi skal vera ellivu milliardir krónur í 2030."

So greitt er málið, sum Vakstrarforum gjørdi fyri Løgmansskrivstovuna í 2021 og sum var kunngjørt í tilmælinum "Havið og framtíðin - tilmæli um burðardyggan virðisvøkstur úr havinum."

Eitt av aðalmálinum var, at alt frá fiskiskapinum skuldi fáast til høldar - fiskur og slógv skuldi alt førast til lands.

Og júst 2030 er aðalmálið í einum uppskoti til kunngerð, sum Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent til hoyringar.

Aðalmálið stendur í grein 1, har tað stendur at "Alt lívfrøðiligt tilfar frá veiðu í føroyskum sjógvi hjá fiskiførum undir føroysm flaggi skal landast um bryggjukant í Føroyum."

Skipanin skal líðandi setast í verk frá 1. juni í ár, tá 20 prosent skulu førast til lands. Hetta skal so økjast so líðandi hvørt ár inntil 2030, tá alt skal førast til lands, sambært kunngerðini.

"Útflutningsvirðið á føroyskum sjófeingi skal vera ellivu milliardir krónur í 2030."

Vakstrarforum 2021

 

Økja útflutningsvirðið

Tá Vakstrarformum skrivaði sítt álit í 2021, var útflutningsvirðið av føroyskum sjófeingi 7,7 milliardir krónur. Tað metti Vaktstrarforum kundi økjast upp í heilar 11 milliardir krónur í 2030 við umleggingum og nýhugsan.

Tað eru ymisk átøk sum skulu setast í verk og nýggj veiða mennast eftir millum annað reyðæti, men nakað grundleggjandi er at fáa meira burturúr tí, sum longu verður veitt. 

Í tilmælinum stendur millum annað, at: "Føroyar skulu arbeiða víðari við eini ætlan um, hvussu alt kann fáast til høldar innan fyri eitt ávíst tíðarskeið."

Hetta er so tað sum Dennis Holm, landsstýrismaður og landsstýrið hava sett út í kortið við nýggju kunngerðini.

Við øðrum orðum byggir kunngerðin hjá verandi samgongu á ætlanir, sum táverandi samgonga skipaði fyri. Í Vakstrarforum sótu nevniliga øll landsstýrisfólk tá úr bæði Sambandsflokkium, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, sum ídag sita í andstøðu.

Hvat heldur tú?

 

Um Vakstrarforum
Endamálið við Vakstrarforum var at birta upp undir virðisøking í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund.
Vakstrarforum var tíðaravmarkað til hálvt annað ár –  frá februar 2021 til juni 2022. Stovnan av vakstrarforum var ásett í samgonguskjalinum. 
Í Vakstrarforum sita fólk við servitan úr ymiskum vinnugreinum, arbeiðsmarknaði, gransking, íverksetan, orku, burðardygd og øðrum.
Vakstrarforum er liðugt, og hevur tað latið seks frágreiðingar úr hondum. Hesar snúgva seg um havið, KT, vinnuferðavinnu, maritimu veitaravinnuna, útbúgving og arbeiðsmarknað og einar grønari Føroyar.
Hesi eru øll tøk á www.vakstrarforum.fo.
Nevndarlimirnir vóru: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur og Bakkafrost, Marita Rasmussen, stjóri Havstovuni, Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, Bartal Dulavík, sølu- og marknaðarstjóri í Hordafor, Rúnar Reistrup, íverkseti og stjóri í YunoJuno, Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og umboð fyri arbeiðstakarar

 

Hetta kann millum annað framleiðast úr slógvi:

  • Lýsi á fløsku ella í hylki.
  • Niðursjóðaður matur, so sum rogn og livur.
  • Turkað høvd og beinagrind.
  • Kollagen, sum hevur høgt innihald av aminosýrum og tí er gott fyri maga og tarmar. Tað kann brúkast í drekkivørum ella sum kostískoyti.
  • Skræða kann brúkast til heilivágsframleiðsslu, millum annað til viðgerð av sárum. Hon kann eisini brúkast til framleiðslu av klædnavørum, millum annað ístaðin fyri leður til skógvar og taskur.
  • Úrdráttir kunnu eisini brúkast til framleiðslu av kosmetikki. Millum annað kann roðsla brúkast at fáa ymisk sløg av kosmetikkvørum at skyggja.
  • Avskurður kann millum annað brúkast til munnbitar av ymiskum slag, m.a. Fish Jerky.
  • Úrdráttur av slógvi kann brúkast sum proteinískoyti í m.a. góðgæti og skyr.
  • Avskurður, skræða og annað kann eisini brúkast til djórafóður.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979