Føroyskir menn fáa seinni staðfest lungnakrabba enn føroyskar kvinnur

Føroyskir menn fáa seinni staðfest lungnakrabba enn føroyskar kvinnur
Nýggj kanning staðfestir, at tað tekur longri tíð hjá føroyskum monnum at fáa staðfest lungnakrabba og at verða settir í viðgerð samanborið við føroyskar kvinnur
 
12.04.2024 - 08:10

Føroyskir menn fáa seinni staðfest lungnakrabba og verða seinni settir í viðgerð, samanborið við føroyskar kvinnur.

Tað vísir masterritgerð hjá Anniku Haraldsen Lindenskov og Hallu Potts, sum ber heitið "Sex differences in lung cancer in the Faroe Islands". Á føroyskum ”Kynsmunur í yvirlivilsi hjá lungnakrabbasjúklingum í Føroyum”. 

Kanningarnar byggja á tøl hjá føroyskum lungnakrabbasjúklingum í árunum 2015 til 2020.

Og alt bendir á, at tað tekur longri tíð hjá monnum at fáa staðfest lungnakrabba og at verða settir í viðgerð samanborið við kvinnur.

 

Sjúkan meira framkomin

Kanningin vísir eisini, at sjúkan er meira framkomin, tá menninir fáa staðfest lungnakrabba enn hjá kvinnunum.

Sambært kanningini, tók tað í miðal 46,9 dagar hjá monnum at vera útgreinaðir samanborið við 27,2 dagar hjá kvinnum. 

Tíðarskeiðið frá, at menninir fáa staðfest lungnakrabba og til viðgerðin byrjar, var í miðal 28 dagar og 22,7 dagar fyri kvinnur.

 

25 prosent doyggja av krabbameini

Hagtøl hjá Hagstovuni vísa, at 25 prosent av øllum andlátum í Føroyum í 2020 skyldaðust krabbamein, harav var lungnakrabbi tað slagið av krabba, sum flest doyðu av.

Títtleikin av lungnakrabba økist í Føroyum samanborið við onnur Norðurlond, har títtleikin fyri menn annars er minkandi, meðan gongdin hjá kvinnum er óbroytt.

Masterritgerðin "Kynsmunur í yvirlivilsi hjá lungnakrabbasjúklingum í Føroyum” kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858