349 rithøvundar fingu bókasavnsgjald í fjør

349 rithøvundar fingu bókasavnsgjald í fjør
Gjaldið fyri upprunaverk var í fjør 20,84 kr. fyri bókina
Treytin fyri at fáa gjald er, at fleiri enn 50 bøkur eru tøkar til alment útlán. Bókin skal minst vera 17 síður. (Savnsmynd)
 
29.04.2024 - 09:51

349 rithøvundar og 33 makar fingu bókasavnsgjald fyri 2023. 

Bókasavnsgjald er ein samsýning, sum landið letur føroyskum høvundum fyri at hava bøkur teirra tøkar á føroysku bókasøvnunum

Høvundar eru rithøvundar, tónaskald, týðarar, myndlistafólk og fotografar, sum búgva í Føroyum ella uttanlands.

Bókasavnsgjaldið er ein millión og 543.000 krónur. Gjaldið fyri upprunaverk var í fjør 20,84 kr. fyri bókina.

 

Minst 17 síður

Treytin er, at fleiri enn 50 bøkur eru tøkar til alment útlán. Bókin skal minst vera 17 síður.

Um tríggir ella fleiri høvundar eru knýttir at sama verki, verður einki gjald latið.

Eftirlivandi hjúnafelagi varðveitir rættin til bókasavnsgjald.

Tá eftirlivandi hjúnafelagi doyr, fáa avvarðandi tað síðsta gjaldið.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329