Zuma óegnaður til tjóðarting

Zuma óegnaður til tjóðarting
Fyrrverandi suðurafrikanski forsetin Jacob Zuma sleppur ikki at stilla upp til tjóðartingsvalið í næstu viku
Jacob Zuma, fyrrverandi forseti í Suðurafrika
 
20.05.2024 - 14:52

Ein grundlógardómstólur kom í dag til ta niðurstøðu, at fyrrverandi forsetin er ikki egnaður til at sita í tinginum, tí hann í 2021 varð dømdur 15 mánaða fongsulsrevsing fyri at sýna vanvirðing fyri rættinum. Hetta hendi, tá Jacob Zuma noktaði at vitna í eini kanning um mutur í hansara forsetaskeiði.

Jacob Zuma hevur, eftir at hann fór úr stjórnarflokkinum ANC, rikið valstríð sum leiðari fyri nýggja flokkin Um Khonto we Sizwe. 

Floksskrivarin hjá nýggja flokkinum, Sihle Ngubane, sigur at flokkurin er vónbrotin um úrskurðin, og at navnið hjá fyrrverandi forsetanum verður strikað av atkvøðuseðlinum. Myndin av Jacob Zuma verður tó framvegis at síggja á listanum. Í Suðurafrika gera flokkarnir av, hvørji valevni sleppa á ting. Tey ovastu á listanum sleppa inn, alt eftir hvussu nógvar atkvøður listin fær.

Jacob Zuma, sum var forseti í Suðurafrika frá 2009 til 2018, hevur sjálvur ikki gjørt viðmerkingar til avgerðina hjá grundlógardómstólinum.

Nýggi flokkur hansara stendur sambært seinastu veljarakanningunum til at fáa 13 prosent av atkvøðunum til tjóðartingsvalið, skrivar heimasíðan hjá BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450