Baltic Cup: Tvey nýggj andlit í landsliðshópinum

Baltic Cup: Tvey nýggj andlit í landsliðshópinum
B36-málverjin Silas Eyðsteinsson og miðvallarin Gullbrandur Øregaard úr Sandnes eru í A-landsliðshópinum fyrstu ferð, meðan Samuel Chukwudi er við aftur eftir drúgvan steðg
Håkan Ericson kunngjørdi landsliðshópin til Baltic Cup á tíðindafundi fyrrapartin
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
27.05.2024 - 11:38

Tvey nýggj andlit eru í føroyska A-landsliðshópinum, sum skal spæla í Baltic Cup í næstum.

B36-málverjin Silas Eyðsteinsson og miðvallarin Gullbrandur Øregaard úr Sandnes ULF í Norra vóru á listanum, sum landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, kunngjørdi fyrrapartin.

Samuel Chukwudi er eisini við fyri fyrstu ferð síðan 2022, tá hann var við til venjingardystirnar ímóti Kekkia og Kosovo.

Nógvir spælarar eru framvegis skaddir. Millum annað eru Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Jákup B. Andreasen úr KÍ ikki við, og Jóannes Bjartalíð úr Fredrikstad hevur fingið ein langtíðarskaða. 

Hinvegin eru Meinhard Olsen og Patrik Johannesen, sum báðir hava havt drúgvar krossbandsskaðar, við aftur í hópinum hesa ferð.

 

Føroyski hópurin til Baltic Cup

Málverjar
Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36

Verjuspælarar
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, B36
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Bartal Wardum, HB Tórshavn
Samuel J. Chukwudi, HB Tórshavn
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

Miðvallarar
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Arnbjørn Svensson, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (Írland)

Áleyparar
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203