USA vil hava ST at samtykkja vápnahvíld í Gasa

USA vil hava ST at samtykkja vápnahvíld í Gasa
Ísraelskir gíslar skulu latast leysir í umbýti við palestinskir fangar
Kríggj hevur verið millum Ísrael og Hamas í Gasa, síðani Hamas leyp á Ísrael 7. oktober í fjør. Nú mælir USA ST-trygdarráðnum at samtykkja vápnahvíld.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.06.2024 - 09:38

USA vil nú hava ST-trygdarráðið at samtykkja vápnahvílld í krígnum í Gasa. Ísraelskir gíslar skulu latast leysir í umbýti við palestinskir fangar.

Tað sigur Linda Thomas-Greenfield, amerikansk ST-sendikvinna, sambært NTB.

- Fleiri leiðarar og stjórnir, eisini í Miðeystri, hava sagt seg taka undir, og vit vilja mæla trygdarráðnum til at taka undir við henni uttan seinkingar ella onnur krøv, sigur 
Linda Thomas-Greenfield.

USA hevur fleiri ferðir nýtt sýtingarrætt sín í trygdarráðnum móti samtyktum, sum krevja vápnahvíld í Gasa.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808