Kavi í Íslandi darvar ferðafólk og bilar við Norrønu

Kavi í Íslandi darvar ferðafólk og bilar við Norrønu
Flestu bilar, sum skulu við Norrønu, koyra nú við summardekkum
Kavi er lagstur í Íslandi, og tað darvar serliga tey ferðafólkini við Nørrønu, sum hava bil. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
06.06.2024 - 12:20

Nógvur kavi er lagstur í Íslandi, serliga á norðureysturlandinum.

Og tað rakar ferðafólk, sum ætla sær við Norrønu við bili.

Íslendska Morgunblaðið skrivar, at bilar við summardekkum vera ikki frammi í Seyðisfirði, áðrenn Norrøna skuldi fara úr Íslandi fyrrapartin.

Og so eru tað teir 370 bilarnir, sum komu við Norrønu á Seyðisfjørð í dag, sum helst allir eisini hava summardekk. 

Smyril Line hevur boðað ferðafólkunum frá um koyrilíkindini, og mælt teimum til at bíða í Seyðisfirði í nakrar tímar, til líkindini batna.

Agnar Sverrisson, stjóri í Smyril Line í Íslandi, sigur við Morgunblaðið, at nakað av farmi nær ikki fram til Norrønu í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532