Kring Føroyar 2024: Jákup Petur vann í spurtinum

Kring Føroyar 2024: Jákup Petur vann í spurtinum
Jákup Petur Eliassen vann á Paula Poulsen eftir spurt til mállinjuna í 2. teini av Kring Føroyar-súkklukappingini, sum var í Eysturoynni í gjár
Jákup Petur Eliassen og Pauli Poulsen á veg til Oyndarfjarðar. Fremsta kvinnan, Súsanna Skylv, hómast á 3. plássi
Mynd: Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag  
 
07.06.2024 - 11:33

Nógv bendir á, at kappingin um Kring Føroyar-gullið 2024 fer at standa ímillum núverandi oddamannin, Paula Poulsen, og vinnaran seinastu tvey árini, Jákup Petur Eliassen.

Í gjár var 2. teinur súkklaður í Eysturoynni, har Jákup Petur Eliassen vann á Paula Poulsen í spurti til mállinjuna. Munurin var bert trý sekund.

Teir báðir fóru undan restini í Oyndafirði, tá komið var hálva leið, og avgerðin fall ikki fyrrenn á sjálvari mállinjuni á Kambsdali, har royndirnar komu Jákup Peturi Eliassen til góðar. Kristmund Johannesen endaði á 3. plássi.

Pauli Poulsen súkklaði ein góðan einkultstart mikudagin, og hann er framvegis góðan hálvan annan minutt framman fyri Jákup Petur Eliassen, sum skal arbeiða hart næstu tríggjar dagarnar, um hann skal endurvinna kappingina.

 

Skylv sigraði aftur

Hjá kvinnum vann Súsanna Skylv annan dagin á rað. Hon hevur talst millum fremstu føroysku ítróttafólkini í nógv ár, og hon gevur fremstu monnunum dyst til mállinjuna.

Í mótbrekku er hon sera sterk, men í longu undanbrekkunum missir hon í mun til bestu menninar. Súsanna Skylv endaði nummar fýra samanlagt, meðan næstfremsta kvinnan var Súsanna Eliassen. Samanlagt eru 39 minuttir ímillum tær báðar. 

 

Sandoyggin bíðar

Sandoyggin er karmur um 3. tein, sum verður súkklaður í dag. Í ár er startur og mál í Húsavík. Úr Húsavík gongur leiðin til Sands, runt um Sandsvatn, og síðan til Skálavíkar. Súkklað verður runt í bygdini, áðrenn leiðin gongur til aftur Sands, runt um Sandsvatn. Síðan til Dals at venda, áðrenn leiðin gongur aftur til Húsavíkar, har málið er. Teinurin er góðar 55 kilometrar langur, og tilsamans túsund hæddarmetrar. Kappingin byrjar kl 14.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221