Íslendingar kunnu skjóta 128 nebbafiskar í ár

Íslendingar kunnu skjóta 128 nebbafiskar í ár
Djóraverndarfelagsskapurin Hvalavinir ætlar at mótmæla við Altingshúsið í kvøld
Longu 30. januar søkti Hvalur um loyvi, men fær tað ikki fyrr enn nú.
Mynd: P.f. Hvalur í Íslandi  
 
12.06.2024 - 08:32

Partafelagið Hvalur í Íslandi hevur nú fingið loyvi at skjóta hval í summar, men loyvið er bara galdandi í ár.

Seinast, loyvi var givið, var tað galdandi í fimm ár.

Hvalur hevur loyvi til at skjóta 128 nebbafiskar.

Longu 30. januar søkti Hvalur um loyvi, men fær tað ikki fyrr enn nú.

 

Finnast at hvalaveiðu

Funnist er hvassliga at hesari framferðini hjá ríkisstjórnini. Nógvar atfinningar eru um loyvið, sum nú er givið. Eisini frá teimum, sum annars eru fyri hvalaveiðu. 

Men serliga tó frá teimum, sum eru ímóti.

Djóraverndarfelagsskapurin Hvalavinir ætlar at mótmæla við Altingshúsið í kvøld.

Hvalavinir heita á fólk um at koma til mótmælini við grýtum og pannum.

Altingið fer í summarfrí í kvøld.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730