Nato stúrir fyri russiskum stuðli til Norðurkorea

Nato stúrir fyri russiskum stuðli til Norðurkorea
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, ávarar um, at Russland fær nógvan hernaðarstuðul úr Norðurkorea og Iran
Norðurkoreiski leiðarin Kim Jong-un tók ímóti russiska forsetanum Vladimir Putin á altjóða flogvøllinum í Pyongyang.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
19.06.2024 - 08:48

Russiski forsetin Vladimir Putin er á vitjan í Norðurkorea, har hann hittir norðurkoreiska leiðaran, Kim Jong-un.

Norðuratlantiska verjusamgongan Nato er stúrin um møguligan russiskan stuðul til rakett- og kjarnorkuætlaninar hjá Norðurkorea. 

Tað segði Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato í gjár.

- Vit eru sjálvandi stúrin um møguligan stuðul, sum Russland veitir Norðurkorea, tá ið tað snýr seg um rakett- og kjarnorkuætlanir hjá teimum. Vit síggja, hvussu nógvan hernaðarstuðul Russland fær úr Norðurkorea, men eisini úr Iran, og hvussu Kina fyllir í krígsbúskapin, segði Jens Stoltenberg.

 

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, og amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, á tíðindafundi í Washington í gjár. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Styrkja samlagið

- Tað er eisini ein av orsøkunum til, at Nato og Nato-fundurin her í Washington í næsta mánaði fara at styrkja samlagið við limir okkara í Asia, Kyrrahavinum, Avstralia, Ný Sælandi, Suðurkorea og Japan. Eisini fyri at svara sannroyndini aftur, at avbjóðingarnar, sum tey síggja, og vit síggja í Asia og Kyrrahavsøkinum, eru beinleiðis knýttar at avbjóðingunum, sum vit síggja í Evropa.  

Amerikanski verjumálaráðharrin Antony Blinken segði á tíðindafundinum, at Russland roynir í ráðaloysi at styrkja viðurskifti síni við lond, sum kunnu veita Russlandi tað, sum Russland hevur brúk fyri, fyri at halda fram við krígnum í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918