Mallorka-búgvar mótmæla nógvu ferðafólkunum

Mallorka-búgvar mótmæla nógvu ferðafólkunum
Ferðavinnan er høvuðsvinnan í Mallorka, men nógvir íbúgvar halda, at nú eru ov nógv ferðafólk
Caló des Moro í Mallorka verður nógv vitjað.
Mynd: click-mallorca.com  
 
20.06.2024 - 09:19

Íbúgvar við suðurstrondina í Mallorka mótmæla nú nógvu ferðafólkunum, sum dagliga vitja strondina.

Hvønn dag koma umleið 4.000 ferðafólk oman á strondina í víkini Caló des Moro. 

Mótmælisfólkini heittu á myndugleikarnar um at avmarka talið á vitjandi á strondini. 

Á henda hátt fáa íbúgvar møguleikan at njóta strondina, sum er víðagitin fyri sín vakurleika og reina hav.

Mótmæli hava eisini verið á øðrum vælvitjaðum ferðamálum í Spania í ár, eitt nú í Kanariuoyggjum. 

Ferðavinnan er høvuðsvinnan, men nógvir íbúgvar halda, at nú eru ov nógv ferðafólk.

Ein íbúgvi í býnum Santanyi, sum var við í mótmælinum, sigur, at hann er ikki ímóti ferðafólki, og at nógv fólk liva av inntøkum frá henni. 

- Vit eru ímóti ídnaðarferðavinnu, hópferðavinnu, sum oyðileggur oynna, íbúgvar og bygningar, og tí eru vit her, sigur hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527